Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-áskoðararnir fáa seg royndar

Jákup Ósá

Skal KÍ fremja eina sensatión á Svangaskarði hóskvøldið, so verður brúk fyri øllum kreftum.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at í kvøld hevur KÍ selt atgongumerkið nr. 140 til Luzern áskoðararnar, so stuðulin til útiliðið verður helst sera stórur á Svangaskarði í annaðkvøld. Hóast Luzern er stórfavorittur, so er spenningur enn í uppgerðini, tí fyrri dysturin endaði ‘’bara’’ 1-0. KÍ-formaðurin heitir á allar KÍ-áskoðarar, ið kunnu møta, um at stuðla liðnum, so vit ordiliga merkja, hvør hevur heimavøll.

Dysturin á Svangaskarði byrjar hóskvødið kl. 18.00.