KÍ hevur nú tveir venjingardystir á rað móti B36.
Hesaferð møtast liðini í endaumfarinum í VFF Cup. Vinnarin endar á 3. plássi. Hjá KÍ verða Markus O. Pettersen, Vegard Forren og Luc Kassi helst at síggja í sínum nýggja felag, meðan B36 eisini hevur fleiri nýggjar leikarar í hópinum.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 13.30 og kann síggjast á R2 hjá Televarpinum.




