1. umfar í landskappingini verður 9.mai.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið í dag, at dysturin móti B36 er lagdur til leygardagin 9. mai kl. 17.00. Dysturin verður leiktur uttan áskoðarar, men KÍ fer at geva trúgvu viðhaldsfólkunum, m.a. eftir ynski frá fleiri viðhaldsfólkum, um ein møguleika at gjalda og tí avmarka stóra áskoðarinntøkumissin hjá KÍ.
– Vit fara at koma út við kunning og einum kontonr. har okkara trúgvu áskoðarar kunnu gjalda og hjálpa felagnum við at avmarka stóra áskoðarainntøkumissin hjá felagnum, nú fyrstu umførini vera leikt uttan áskoðarar. Nógv viðhaldsfólk hava sjálvi lagt upp til hetta, so tað vísir týdningin, sum KÍ hevur fyri Norðoyggjar og tað eru vit í leiðsluni sera fegin um, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.
Dysturin verður at síggja í Televarpinum.


