Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ byrjar venjingarnar

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ boðar nú frá, at Formulahópurin fer at savnast til ein fyrsta fyrireikandi fund á loftinum í KÍ-høllini týsdagin 8. januar, og dagin eftir byrja venjingarnar.

Á heimasíðu sínari boðar Klaksvíkar Ítróttarfelag nú frá, at hol verður sett á tað nýggja kappingarárið hjá Formulahópinum týsdagin tann 8. januar kl. 18.00.

Tá savnast spælararnir í hópinum til fundar á loftinum í KÍ-høllini. Tosað verður um kappingarárið 2008, og dagin eftir byrjar venjingin, skrivar heimasíðan.

Sostatt er nú greitt, at niðurteljingin hjá KÍ til kappingarárið 2008 av álvara er byrjað, og sum skilst hevur KÍ í løtuni ein hóp upp á 18-20 spælarar, umframt einar tveir útlendingar, sum ætlandi koma afturat til at styrkja um hópin og liðið.