Óli Ey. Poulsen er yngsti leikarin í Betri Deildini fyrstu tvey umførini.
Óli er 16 ára gamal og hevur spælt allar minuttirnar báðar dystirnar á vinstra bakkinum hjá KÍ. Hann er upprunaliga miðvallarleikari, sum ofta hevur havt álopskendan leiklut í ungdómsdeildunum, men nú báðir vinstru bakkarnir hjá KÍ eru skaddir, Ísak Simonsen og Ólavur Niclassen, so fekk Óli møguleikan har, og hann hevur tikið av. Hóast hann hevur staðið yvirav tveimum av vandamiklastu leikarunum í deildini, Adrian Justinussen hjá HB og Árna Frederiksberg hjá NSÍ, so hevur ungi leikarin staðið royndina og einki mál er farið ígjøgnum hjá KÍ, sum í heila tikið hevur givið fáar mál møguleikar burtur hesi bæði umførini.
Yngstu leikararnir í Betri Deildini 2018 eru hesir:
Óli Ey. Poulsen (KÍ) 16 ár
Asbjørn Heðinsson (07 Vestur) 17 ár
Filip í Liða (AB) 17 ár
Stefan Radosavljevic (TB/FCS/Royn) 17 ár
Fríði Johansen (EB/Streymur) 17 ár
Dann Fróðason (07 Vestur) 17 ár




