Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-eldsálir á vitjan

Rúni Heinesen

Tað eru mong í hesum døgum, sum eru áhuga í at vitja umstøðurnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og frætta meir ársins fótbóltsævintýr.

 

 

Í gjár hevði Villy Hansen sett nøkrum av sínum floksfeløgum frá Føroya Læraraskúla stevnu í Klaksvík. Hæddarpunktið var at vitja Klaksvíkar Ítróttarfelag. Teir eru allir sera áhugaðir í fótbólti og hava meir ella minni verið fótbóltsúrmælingar á yngru árum í KÍ, HB og ÍF.

-Tað var ein sonn frægd, at hoyra teir hugleiða um heimliga fótbóltin í seksti- og sjeytiárunum. Søgur og hendingar frá eini farnari tíð, sum vit ikki koma at uppliva aftur.

Høvið var eisini at skifta orð við høvuðsvenjarin, Magne Hoseth,  sum hevur staðið á odda fyri størsta og søguliga fótbóltsavrikinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag nakrantíð.