Men munurin er nú minkaður so langt niður sum hann kann.
KÍ var í Leirvík í dag og leikti móti Víkingi. Óli Ey. Poulsen legði KÍ á odda 1-0 í 55. minutti, men Finnbjørn Hansen javnaði fyri Víking í 88. minutti. 1-1 var endaliga úrslitið.
ÍF vann 5-0 móti B68 og tað merkir, at ÍF á 2. plássi nú bara er eitt stig aftanfyri KÍ, sum fyrr í kappingini hevur havt eina leiðslu á 8 stig. Seks umfør eru eftir at spæla í 1.deild.


