(Dystarfrásøgn) KÍ vann tryggan og uppibornan 3-1 sigur á B36 sunnudagin.
Gott veður, nógvir áskoðarar og til tíðir gott spæl. Tað var tað sum vit vóru vitni til sunnudagin til Norðoyastevnudystin sum avgjørdi, hvør fyribils skal vera størsti avbjóðarin til HB. B36 liðið var nógv skert til dystin, serliga hvat viðvíkur breiddini. Men bæði Erlendur Magnussen og Odmar Færø vóru við, hóast Odmar Færø í Sosialinum mikudagin var sagdur at sita uttanfyri í minst tvær vikur við skaða.
KÍ setti seg á dystin frá byrjan og sum heild vóru teir bláu nógv ágrýtnari enn til fyrra dystin millum liðini, tá B36 vann uppá at leggja meira fyri í nærdystum. Støðan í hálvleikinum var 2-0 til KÍ í einum undirhaldandi dysti, har bæði liðini høvdu fleiri aðrar stórar møguleikar at skora.
Í seinna hálvleiki punkteraði KÍ dystin miskeiðis í hálvleikinum, tá Jákup B. Andreasen skoraði eitt vakurt mál. B36 fekk ikki minkað um munin fyrr enn í yvirtíðini og sostatt hevur B36 framvegis skorað hvønn dyst hetta kappingarárið. Kristian Joensen, málverji hjá KÍ, spældi ein sera góðan dyst, men KÍ hevði sigurin uppibornan, tí teir bláu skaptu nógvar mál møguleikar og løgdu nógv fyri.
KÍ er sostatt fýra stig frammanfyri B36 og fyribils størsti avbjóðari til oddaliðið HB, sum enn er klárt fremst í landskappingini.
























































































































