Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er landnyrðingsmeistari

Jákup Ósá

KÍ vann innanhýsis uppgerðina í 2024 móti komandi meistarunum.

Tað vóru smáu heiðrarnir, sum KÍ vann sær rættin til eftir kvøldsins sigur í Sarpugerði.

Tað bleiv ein spennandi og undirhaldandi dystur í Sarpugerði í kvøld. Liðini áttu hvør sín hálvleik, men KÍ var skarpari og vann 2-1.

Í fyrra hálvleiki var KÍ omaná og skoraði einasta málið frá Árna Frederiksberg. Bárður á Reynatrøð vísti í nøkrum førum stórspæl, meðan Sølvi Vatnhamar fekk gávu frá Claes Kronberg, sum hann skuldi tikið av.

Í seinna hálvleiki vendist alt á høvdið. Víkingur var nú greitt omaná, og tað tóktist bara spurningur um tíð, nær útjavnandi málið kom. Einu ferðina var stórt ivamál, um bólturin var innanfyri ella ikki. Tað var hálvur tími leiktur av seinna hálvleiki áðrenn KÍ hótti fyrstu ferð og eftir hornaspark frá Árna Frederiksberg bleiv 2-0 frá Odmari Færø. Eftir hetta og eina broyting, har Claes Kronberg fór á miðvøllin, tóktist tað sum, at KÍ fekk betri tak á dystinum. Men so fekk Víkingur brotsspark, sum KÍ-arnir vóru ónøgdir um. 2-1 frám Sølva Vatnhamar og so trýsti Víkingur, men heilt stóri møguleikin kom ikki.

Úrslitið fær neyvan nakran týdning fyri meistarastríðið, men tað útsetur FM-staðfestingina nøkur umfør. Víkingur skal bara vinna tveir av síðstu fýra dystunum, har tríggir eru móti botn 5. Favoritt leikvøllurin hjá KÍ er helst í Sarpugerði, tí taka vit dystin í fjør burtur, tá KÍ, ið tá lá langt á odda, spældi við nógvum eykamonnum millum báðar Molde-dystirnar, so hevur KÍ ikki tapt í Sarpugerði í 10 ár. KÍ tryggjaði sær eisini, at stigametið frá 2022 stendur við, og tað eru kanska serliga René S. Joensen og Jóannes Bjartalíð glaðir fyri, tí teir hava tattoverað 77 (stigatalið í 2022) á síni bein.

Í Havn verður ofta sagt, at innanhýsis vinnarin av HB og B36 er havnameistari. KÍ vann innanhýsis uppgerðina móti Víkingi í stigum 6-3 og kann kalla seg landnyrðingsmeistara, um nakað kann eita so.

Tað eru tó bara smáu heiðrarnir, sum KÍ kann taka úr einum slíkum sigri, tí tann størsta heiðurin í ár fær Víkingur eitt av komandi umførunum, tá teir fara at staðfesta sítt FM 2024.