Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er næstan úti av FM-stríðnum longu á norðoyastevnu

Jákup Ósá

Víkingur kom til Klaksvíkar og vann ein tryggan 2-0 sigur.

Í hálvleikinum var Víkingur á odda 1-0, men Víkingur hevði eisini tveir aðrar stórar málmøguleikar, meðan KÍ einaferð av álvara hótti Víking. Fyrri hálvleikur var merktur av, at sera nógv mistøk vóru í spælinum hjá KÍ.

Í seinna hálvleiki hevði Víkingur framvegis tamarhald á dystinum, og tað var Víkingur, sum uppá frísparksinnlegg økti til 2-0. KÍ hevði ein stóran málmøguleika, tá Patrick Da Silva rak framvið fleiri Víkingum, men Árni Frederiksberg skeyt langt uppum.

Tað var ikki fyrr enn móti endanum, at KÍ megnaði at leggja trýst á Víking, og tað var við at sparka langar bóltar fram, har KÍ hevði koyrt verjuleikaran Cedric Yambere fram afturat Páll A. Klettskarð og Jóhan Josephsen. Sera primitivt, men tað var í grundini tað, sum riggaði best hjá einum illa spælandi KÍ-liði. Men bólturin vildi ikki inn hóast fleiri spentar støður.

Víkingur vann sostatt ein uppibornan 2-0 sigur. Víkingur spældi betri og var meira álopskendt enn KÍ stóran part av dystinum. KÍ hevur fingið betri úrslit síðstu vikurnar, men í grundini hevur tað leikliga sæð illa út í fimm av síðstu seks hálvleikunum hjá KÍ.

Við dagsins úrsliti er KÍ næstan úti av FM-stríðnum 2024 longu á norðoyastevnu. KÍ hevur seks stig upp til bæði Víking og HB. Og skal KÍ inn aftur í FM-stríðið, so má siðvenjan frá fyrstu 12 umførunum broytast við, at HB og Víkingur bara missa stig í topp 3 dystum. Tí tá verða fáir dystir, har tey missa stig. Tað sær við øðrum orðum svart út hjá KÍ fyri at endurvinna FM í ár, og tað er ikki so løgið fyri tey, sum hava sæð KÍ spælt allar dystirnar í ár, tí tað er sjáldan, at KÍ hevur víst nakað, sum minnir um meistaraavrik.

Harleywoodpaint