Altjóða luttøkan hjá KÍ hevur uttan iva gjørt sítt til, at KÍ bara er nr. 4 í stigum, um bara verður hugt eftir dystunum eftir summarsteðgin.
Hyggja vit eftir topp 4, so hava tey øll spælt 10 dystir eftir summarsteðgin. Víkingur er nógv besta liði við fullum stigatali. Síðani koma B36, HB og KÍ langt aftanfyri.
Sigast skal at KÍ hevði eina trygga leiðslu í summarsteðginum og góða gongdin í altjóða fótbólti gjørdi, at í nógvum av landskappingardystunum hevur KÍ spælt við alternativum liðum, har fleiri av bestu leikarunum hava fingið hvíld í hørðu dystarskránni.
Støðan í landskappingini eftir summarsteðgin:
Dystir Stig
Víkingur 10 30
B36 10 21
HB 10 20
KÍ 10 19


