Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er nú á 4. plássi

Jákup Ósá

Tapið í Runavík ger, at KÍ helst skal vinna báðar sínar síðstu dystir fyri at tryggja sær 2. plássið, sum við vissu gevur Evropa Conference League pláss.

KÍ tapti í dag í Runavík móti NSÍ. Klæmint A. Olsen gjørdi einasta málið. KÍ var betra liðið gjøgnum størsta partin av dystinum, men hevði trupult við at lata verjuna upp hjá NSÍ, ið var væl skipað og stríddist væl í verjuspælinum, og tískil komu ikki so nógvir stórir málmøguleikar. NSÍ hevði ein málmøguleika afturat málinum, so heilt uppiborið var tað ikki í mun til spæl og málmøguleikar, at NSÍ vann.

 

Tapið hjá KÍ leggur trýst á KÍ til síðstu vikuna av landskappingini. KÍ er nr. 4, men hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ og B36. Vinnur KÍ sum væntað móti AB, so fer KÍ uppá 2. plássið aftur og tryggjar sær í minsta lagið 3. pláss, men hevur tá føroyameistararnar HB eftir í síðsta dystinum. Tað er bara 2. pláss sum við vissu gevur Evropa Conference League pláss og tískil skal KÍ nokk vinna móti HB, um ikki dysturin millum B36-NSÍ endar við javnleiki.

 

Við 4-0 sigri á TB vann HB í dag meistaraheitið. Norðlýsið ynskir HB til lukku.