Tað gongst ikki væl hjá KÍ, tá vit tosa um steypakappingina.
KÍ hevur ikki sterka siðvenju í steypakappingini. Søguliga sæð byrjaði tað langt afturi í tíðini, tí KÍ luttók ikki í steypakappingini (átta ferðir) í nógvum av teimum bestu árunum hjá KÍ í tíðarskeiðnum 1958-1970. KÍ hevur bara vunnið steypakappingina seks ferðir.
Tey síðstu árini hevur gongdin verið lítið frægari. Tí hetta er fjórðu ferð síðani 2018, at KÍ fer út úr kappingini longu í 1. umfari.
Úrslitini hava verið:
1. umfar 2018: TB/FCS/Royn-KÍ 2-1
1. umfar 2020: KÍ-HB 1-1 (HB víðari eftir brotssparkskapping)
1. umfar 2021: KÍ-NSÍ 1-2
1. umfar 2023: B36-KÍ 2-0
Av teimum 44 liðunum sum hava verið í finaluni um løgmanssteypið hesa øldina, so hevur KÍ bara verið umboðað fýra ferðir. Í 2001, 2006, 2016 og 2022.




