Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er so nógv størst

Norðlýsið

Tað er so langt frá, at nakað annað føroyskt felag kann møta upp á útivølli við millum 2.500 og 3.000 viðhaldsfólkum, men tað hevur KÍ nú gjørt til tvær finalur – fyrst á Tórsvølli í 2016 og nú aftur leygardagin, hesaferð í tí framúr góða og gamla Gundadali í Havn.

Landafrøðiliga var sjálvandi talan um heimavøll hjá B36 og útivøll hjá KÍ, men leygardagin vóru bláu og hvítu viðhaldsfólkini hjá KÍ so nógv við yvirlutan kring vøllin í Gundadali – bæði í tali, rópum og sangi – at KÍ-leikararnir neyvan kendu seg fremmandar.

Undir hesum umstøðum mundu leikararnir hjá B36 neyvan kennu seg fult tryggar á egnum grasi, tí umleið hálvan annan tíma áðrenn dystin var blá-hvíti parturin av Betri-skýlinum (bygdaskýlinum) longu fullsettur av sjónligum, larmandi og syngjandi KÍ-viðhaldsfólkum, ið so við og við eisini fyltu HB-skýlið og standiplássini framvið girðingini við vøllin, og til síðst fór eisini at fyllast á bakkanum norðan fyri vøllin, sum onkuntíð er nevndur “Tvørabakkin” eftir TB-viðhaldsfólkunum.

 

Næstan sum í Premier league

Longu áðrenn stadion-speakarin var komin upp á pláss, byrjaðu KÍ-viðhaldsfólkini at syngja og heppa sínar leikarar, fyrst eitt sindur varliga, men tá ið Bláa Bylgjan var komin í skýlið at sita, kom rættilig ferð á.

Sum so mangan, var marsjurin, sum teir í Klaksvíkar Hornorkestri kalla “Hæddar-marsjurin” (Our director) eitt tað fyrsta lagið, sum var at hoyra, meðan øll fjøldin sang: “Og liðið eitur KÍ, KÍ eru vit – hava ein bláan og ein hvítan lit, dú, dú, dú, dú, dú, dú, dú …”, og síðani ymsir aðrir, so sum: “Vit elska KÍ, vit elska KÍ, elska sunnudag, mánadag, týsdag, mikudag …”.

Sum dystarbyrjanin nærkaðist, byrjaðu heimaáskoðarar so smátt at kvaklast við, og stadion-speakarin hjá B36 brúkti síðani tað nógva av tíðini til at spæla B36-sangir í hátalarunum, og hetta helt á, líka til Alex Troleis bríkslaði dystin í gongd – tá mátti speakarin sløkkja tónleikin í hátalarunum, og tað gjørdist startskotið til eina suverena KÍ-uppvísing, bæði inni á grasinum og kring alla norðaru helvt av vøllinum.

Nú var KÍ-áskoðarafjøldin blivin so stór og víðfevnd kring vøllin, at tað faktiskt vóru tríggir bólkar, sum róptu, sungu, heppaðu og trummaðu teir bláu og hvítu til sigurs:

Í HB-skýlinum var nú pinn-pakkað við KÍ-viðhaldsfólkum, sum javnt og samt lótu hoyra frá sær.

Í norðara helmingi av bygdaskýlinum sat tann harða kjarnan í Bláu Bylgjuni, sum hesaferð varð ógvuliga væl mannað og útgjørd, og sum gekk á odda í at leiða tann bláa herin av KÍ-áskoðarum. Hesi fólkini hava alla æru og stórt rós uppiborið frá okkum øðrum, KÍ-áskoðarum, tí hesi hava alt hetta kappingarárið á tamb sligið manngarð um KÍ, við sínum útrúliga og sterka stuðuli og uppbakking kring allar teir 27 dystirnar hjá KÍ – og leygardagin fingu hesi løn fyri flotta avrikið – saman við okkum øllum øðrum og sjálvandi KÍ-hópinum.

Millum mongu KÍ-sangirnar hendan leygardagin undir leiðslu av Bláu Bylgjuni sungu vit sjálvandi allar teir føstu KÍ-slagsangirnar, og inn ímillum blivu einstakir leikarar heiðraðir, tá teir høvdu gjørt okkurt eyka gott  avrik á vøllinum.

Seinasta “delegatiónin” av KÍ-áskoðarum vóru nakrir ungir og mælskir KÍ-fjepparar, sum vóru eitt sindur “kúllaligari” enn restin av okkum. Onkur helt fyri, at hesir mintu nógv um viðhaldsfólkini hjá liðunum í Premier League, har tað er partur av spælinum at arga og skemta, samstundis sum heppað  verður á sítt egna lið. Hesir festligu garparnir hoyrdust allan dystin á tamb syngja sangir sum: “Tillukku til tín” til Jákup á Borg, sum fylti 40 ár leygardagin , “Hví er Árni ikki møttur upp?! ”, “Nær var tað Oddmar Færø kemur heim? ”, “Hvør er hasin?! ”, “Who are you?! ” o.s.fr. o.s.fr.

Tað var ótrúliga stuttligt at vera norðoyingur hendan seinnapartin mitt í høvuðsstaðnum sum partur av hesi stóru fjøldini av bláu og hvítum viðhaldsfólkum, sum bókstavliga hertók fótbóltsskansan hjá havnarmonnum. Hetta hevði tó ikki verið møguligt uttan blíðskapin frá feløgunum, sum dagliga hava heimavøll í Gundadali – takk til tykkum HB og B36 fyri tað.

Síggjast næsta ár, og inntil tá mugu vit bara staðfesta, at “í ár vórðu vit føroyameistarar” J

KOYR Á KÍ !!!