Vit hava samanborið tey fimm toppliðini, sum hava sitið á topp 5 plássunum síðstu fimm árini.
Vit hava havt tey somu fimm feløgini í topp 5 síðstu 5 árini. Í KÍ-samanhangi er hetta eisini tíðin, har sami venjari, Mikkjal K. Thomassen, hevur sitið við ábyrgdini øll árini.
KÍ er veikt steypalið
KÍ hevur í stórum pørtum av síni tíð ikki verið serliga sterkt steypalið. Í gamlari tíð bleiv hendan kappingin ikki serliga høgt raðfest, tí KÍ luttók ikki fleiri ár. Nú hevur hendan kappingin fingið høga raðfesting hjá øllum feløgum. Tí steypadagurin er gjørdur til nakað heilt stórt og steypakappingin fær enn størri týdning í 2020, tí tá eru bara trý Europa-pláss til føroysk feløg, harav eitt til steypavinnaran. Tað fær ikki verið javnari býtt yvir steypasigrar, tí øll fimm liðini hava vunnið einaferð í part. Mest støðugt hevur HB verið, meðan KÍ og NSÍ eru væl aftanfyri hini. Í kappingini um løgmanssteypið verður endastøðan sett soleiðis, at verður eitt lið t.d. útsligið í fjórðingsfinaluni, so stendur liðið at enda nr. 5. Verður liðið útsligið í hálvfinaluni, so stendur liðið at enda nr. 3
Endastøða í steypakappingini í miðal:
HB 2,8
Víkingur 3,0
B36 3,2
NSÍ 4,8
KÍ 5,0


