KÍ liðið er sera skert, meðan 07Vestur liðið í stóran mun er mannað við leikarum við ávísum royndum úr bestu deildini.
Eitt sera skert KÍ lið kann lættliga fáa trupulleikar í dystinum leygardagin, um liðið rakar ein minni góðan dag, tá vit hyggja eftir fortreytunum hjá liðunum báðum.
07Vestur við ”royndum” leikarum
07Vestur hevur ikki fingið góð úrslit higartil, men hyggja vit eftir leikarunum, sum hava spælt, so er talan um eina sterka manning og roynda til at vera í 1.deild. Flestu leikararnir hava royndir úr bestu deildini. Leikarar sum Sigtór A. Petersen, Petur G. Dalbø, Gunleif Olsen, Jovan Panic, Jákup G. Joensen, Torstein Mýlingstind, Sjúrður Ellefsen og Jákup S. Olsen og Ásmund Hansen eru allir leikarar, sum hava fleiri dystir í bestu deildini. Teir flestu hava meir enn 30 dystir. Sigtór og Sjúrður vóru m.a. við í steypadystinum í Klaksvík í 2009, tá 07Vestur slerdi KÍ út úr kappingini við 3-0 sigri, meðan Jovan Panic og Sjúrður vóru við í steypadystinum í 2011, tá 07Vestur á heimavølli slerdi KÍ út við 1-0 sigri. Í fjør vóru Petur, Gunleif, Jovan og Jákup við frá byrjan í heimadystinum í landskappingini móti KÍ, sum 07Vestur vann 2-1. Og afturat teimum koma eisini aðrir leikarar við ávísum royndum úr bestu deildini. Og av teimum sum hava byrja inni higartil í ár, so eru bara tríggir leikarar undir 20 ár, so aldursamansetingin er neyvan ein forðing til ein slíkan dyst.
Sera skert KÍ lið
Hjá Kí verður talan um sera skert lið, tí Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Álvur Christiansen og Páll A. Klettskarð væntast ikki at spæla vegna leikbann, skaðar ella annað fráfall. Hesir vóru allir í uppstillingini fyrstu 2 umførini í Effodeildini í ár, tá KÍ fekk fult stigatal. Og Rodrigo Silva fær neyvan heldur neyðugu loyvini uppá pláss áðrenn dystin. Tí kemur KÍ m.a. at spæla uttan álopsleikara, sum er vanur at spæla sum fremsti maður í bestu deildini.
Helst javnur dystur
Og tá kann tað skjótt fara at vísa seg, at dysturin verður nógv meira spennandi, enn tey flestu kanska vænta. KÍ skal spæla við einum liði, sum ikki hevur spælt saman fyrr hetta kappingarárið, har fleiri nýggir mans skulu traðka til. Og tá hetta samstundis er ársins dystur hjá 07Vestur, sum tí mest sannlíkt kemur at leggja sera nógv fyri, so má KÍ taka uppgávuna rættuliga í álvara, um KÍ skal vera í pottinum mánakvøldið, tá 1/4 finalurnar vera drignar.
Veddingarfyritøkurnar hava KÍ sum ein tann størsta favorittin í 1/8 við odds 1,10. Tað er neyvan í tráð við veruleikan, um vit hyggja eftir fortreytunum og manningunum til dystin.
Dysturin byrjar kl. 17.00.




