Mikukvøldið spælir KÍ venjingardyst í Klaksvík.
Í mun til undanfarnu ár, so eru umstøðurnar til at spæla um kvøldið nú nógv broyttar í Klaksvík við nýggju ljósunum. Tí ber til at fáa ein dyst undir góðum ljósviðurskiftum eitt mikukvøld í februar. ÍF vitjar í Klaksvík mikukvøldið kl. 18.00.
Bæði liðini hava vunnið ein venjingardyst higartil í ár.




