Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fingið nýggja heimasíðu

ki.fo

KÍ hevur í hálvtannað ár arbeitt við eini nýggjari og flottari heimasíðu saman við Qodio á Strondum.

Ætlanin við heimasíðuni er at geva okkara fjepparum viðkomandi kunning um felagið, lið og leikarar. Hettar vildu vit gera á ein hátt sum er á einum altjóða støði bæði í snið og funktión. Sigur Rói Clementsen, sum hevur staði á odda fyri arbeiðinum.

Heimasíðan er serlig á tann hátt at vit hava knýtt heimasíðuna at hagtals skipanum sum geva okkara fjepparum beinleiðis hagtøl um lið og leikarar hjá Betri monnum, Betri kvinnum og 1. Deild monnum.

Vit ynsktu eisini at gera kunning til foreldur og leikarar á KÍ akademinum so greiða sum gjørligt. Hvør árgangur hevur fingið sína egnu síðu har viðkomandi kunning um venjarar, venjingar tíðir og dystir er at finna.

Vit vóna at øll taka væl ímóti nýggju heimasíðuni hjá KÍ og vilja vit takka Qodio fyri sera gott samstarv.

Harleyfacadeacryl