Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fingið styrk úr brasilia

Jóhann Lützen

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so hevur KÍ fingið ein leikara afturat í hópin

 

KÍ heimasíðan skrivar soleiðis

 

Brasilskur leikari legst afturat
Drúgva dystarskrá og skaðar krevja breiðan hóp

KÍ og brasiliumaðurin, Jean Carlos de Brito hava gjørt avtalu um kappingarárið 2026. Jean Carlos, sum er 30 ár, hevur royndir sum vinstri bakkur og vongur. Hann er ein kvikur og tekniskur leikari. 

Jean Carlos hevur verið í norðurlendskum feløgum í 2019 – 2023 og var skaðadarvaður nakað av hesi tíðini. Síðstu árini hevur hann spælt í heimlandinum.

Jean Carlos, sum kemur til Klaksvíkar so skjótt neyðugu loyvini eru fingið til vega, skal styrkja um hópin til drúgvu dystarskránna, ið er fyri framman.

Harleywoodpaint