Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fjeppari: Ósamanspælt KÍ lið fær trupulleikar fyrstu dystirnar

Jákup Ósá

Vit hava sett KÍ fjepparanum Sámal Sørensen nakrar spurningar um komandi kappingarár. Hann væntar ikki, at KÍ fer at stríðast um FM, tí tað eru onnur lið sum hava sterkari hópar og eru betri samanspæld.

 

Niðanfyri hava vit sett Sámal sjey spurningar um Betri Deildina 2019.

 

1. Nógv kjak hevur verið um, at KÍ hevur nógvar útlendingar(7), hvat heldur tú um tann spurningin, hevur KÍ ov nógvar útlendingar?

Ja eg haldi, at sjey útlendingar eru í so nógv. Men um KÍ skal heilt upp, so er neyðugt við styrki uttanífrá. Men eg trúgvi eisini, at teir nógvu ungu leikararnir, sum eru á veg fram, fara at troka útlendingarnar av um fá ár.

 

2. Hvørjum av teimum nýggju leikarunum hjá KÍ skal man vænta mest av?

Eftir at hava hugt í Klaksvíkskappingini, so eru tríggir nýggir leikarar, sum eg vænti fara at klára seg væl. Jesper Brinck í verjuni, Simen Sandmæl á miðvølinum og so Patrik Johannesen í álopinum.

 

 

3. Hvørjir eru lyklaleikararnir hjá KÍ í ár og hví?

Lyklaleikarar verða teir sentralu leikararnir í miðverjuni, Deni Pavlovic og Jesper Brinck. Síðani Jákup B. Andreasen og Simen Sandmæl á miðvøllinum, Patrik Johannesen í álopinum, men sjálvandi eisini teir báðir Jóannes. Teir eru ótrúliga týdningarmiklir. Men eg meti tað verða av stórum týdningi, at tann sentrali parturin riggar væl allan vegin uppeftir vøllinum.

 

 

4. Hvør verður ársins leikari hjá KÍ?

Patrik Johannesen

 

 

5. Hvør lokalur leikari fær sítt gjøgnumbrot í ár?

Eg vænti mær nógv av Óla Ey. Poulsen í ár. Hann fekk nógvar dystir í fjør, summar góðar og aðrar minni góðar. Eg vænti, at tær royndirnar gera tað, at hann fer at fáa eitt sera gott kappingarár.

 

 

6. Hvat er eitt gott kappingarár hjá KÍ í 2019?

Gott kappingarár? Góður spurningur. Eg haldi ikki, at vit kunnu vænta meir enn eitt 3. pláss

 

 

7. Set stigatalvuna upp sum tú væntar hon verður og hví endar KÍ júst har?

1. HB

2. B36

3. KÍ

4. NSÍ

5. Víkingur

6. Skála

7. AB

8. ÍF

9. EB/Streymur

10. TB

Eg meti, at HB og B36 hava betri hóp enn KÍ. Serliga vænti eg, at KÍ fer at hava byrjunar trupulleikar av, at liðið ikki er samanspælt. So um eg skal meta um tað óheftur, so dugi eg ikki at ímynda mær, at KÍ klárar at enda omanfyri Havnarfeløgini. HB sær út til at verða sterkari enn í fjør, og eg vænti, at B36 fer at koyra væl í ár. Vænti tó at KÍ klárar at halda NSÍ og Víking aftanfyri. NSÍ hevur mist tríggjar týðandi leikarar í Jens Joensen, Árna Frederiksberg og Fróða Benjaminsen. Hjá Víkingi haldi eg, at aldurin hjá nógvum er komin hartil, at teir hava toppað.