Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

KÍ flongdi HB á Djúpumýru í dag

Oliver Joensen

Flestu mundu vænta ein spennandi og javnan dyst á Djúpumýru í dag, har KÍ og HB hittust. Men tað bleiv ikki gongdin í dystinum.

Sum dysturin leið, tók KÍ alt meira og meira yvir, hóast HB vísti tenn teir fyrstu minuttirnar av dystinum. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, hóast KÍ í minsta lagið kundi havt trý mál. Í seinna hálvleiki var alt KÍ og dysturin endaði við einum 2-0 sigri til KÍ, sum útvarpsmenn søgdu, so var klassamunur á liðunum.

Koyr á KÍ!!!