Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ formaðurin millum tey stóru í Monaco

Jóhann Lützen

Í gjár var lutakast í Monaco til bólkaspæli í Champions League umframt, at ársins leikarar vóru kosnir hjá kvinnum og monnum í 2022/23.

 

Kremi innan fótbólt var savnað í Monaco í gjár. Góða gongdin hjá KÍ í evropa ger at innbjóðingar seta krøv til KÍ leiðsluna, um nú fær innbjóðingar at møta til UEFA tiltøk. Í snotuliga salinum sótu eisini Tummas Lervig og Kaj Dam úr KÍ, sum fingu spennandi lutakastið til Champions League bólkaspælið við. 

Teir báðir upplivdu eisini at Aitana Bonmatí úr Spania og Erling Braut Haaland úr Norra blivu kosin ársinis leikarar hjá ávíkavist kvinnum og monnum í 2022/23. Aitana leikar fyri Barcelona og Erling fyri Manchester City. 

 

KÍ í pottin seinni í dag

KÍ tapti móti Sherif Tiraspol ígjár og skulu sostatt leika í Conference League. Lutakastið verður kl. 13.30 í dag og kann m.a. stroymast á uefa.com. KÍ verður í pottinum og teir báðir Tummas og Kaj verða í salinum og fara beinavegin í tingingar við mótstøðuliðini um heima- og útidystir, tá greitt er hvørji tey verða.