Úrslitið hjá KÍ samanlagt í 1. umfari í Champions League í ár er nógv tað størsta í føroyskum felagsfótbólti nakrantíð.
KÍ-venjarin, Magne Hoseth, gjørdi tvær broytingar í uppstillingini. Jóannes K. Danielsen og Odmar Færø komu inn fyri Heina Vatnsdal og Patrick Da Silva. KÍ spældi í eini 5-4-1 leikskipan eins og fyrra dystin.
KÍ kom út sum eitt ódnarveður
KÍ byrjaði dystin væl frammanfyri áleið 18.000 áskoðarum í Budapest. Og eftir eina deyðbóltsstøðu bleiv Odmar Færø feldur og brotsspark, sum Árni Frederiksberg setti inn. Tá góður hálvur tími var leiktur, økti KÍ. René S. Joensen fangaði bólt í vinstru og setti ferð á. Spældi útfrá til Deni Pavlovic, sum ikki rakti bóltin so væl, men hesin endaði hjá einum púra leysum Árna Frederiksberg, sum skoraði. Og beint áðrenn hálvleik økti KI til 3-0. Árni Frederiksberg spældi Luc Kassi leysan aftanfyri verjuna hjá Ferencváros. Málverjin stóð nakað skeivur, so Luc royndi seg við skoti langt úti. Onkurvegna megnaði málverjin, sum er landsliðsmálverji hjá Ungarn, ikki at verja fyri. Ikki sørt, at hendingin, tá bólturin trillaði inn, minti um málið, tá Peter Schmeichel ikki rakk eftir bóltinum, tá klaksvíkingurin, Allan Mørkøre, skoraði í Parkini í 1990.
Koyrdu tað trygt heim
Í seinna hálvleiki koyrdi KÍ sigurin trygt heim. Ferencváros kom til sera fáar stórar málmøguleikar, og tað var bara einaferð brúk fyri Nils Jonatan Johansson at fremja eina stóra bjarging. Móti endanum vóru heimaáskoðararnir so ónøgdir, at teir ironiskt róptu hvørjaferð KÍ hevði eina rætta avlevering.
Eitt bragd av teimum stóru
At KÍ sendi Ferencváros út úr Champions League er eitt bragd av teimum heilt stóru. Hetta er uttan samanbering nógv størsta úrslitið í føroyskum felagsfótbólti. Eftir dystin klappaði heimaáskoðararnir fyri KÍ-hópinum sum eina viðurkenning. Talan var um eitt liðavrik hjá KÍ, og tí verður skeivt at fara at taka nakran leikara framum. Skal eitt føroyskt lið fremja slíkt úrslit so er neyðugt, at allir leikarar spæla upp til sítt besta, og tað var tað, ið vit sóu. Yvir tveir dystir var tað í tráð við leikgongdina, at KÍ fór víðari. Úrslitið fer í søgubøkurnar sum ein varði í føroyskum fótbólti.
Norðlýsið ynskir KÍ, norðoyingum og fótbóltsføroyum til lukku við hesum stóra bragdinum.


