Í NSÍ vóna tey helst, at endin verður tann sami uppá kappingarárið sum í Víkingi.
Sámal Erik Hentze var venjari hjá Víkingi í tvey ár, har liðið vann FM bæði árini. Fyrsta tapið í Víkingi var ímóti KÍ í 2016 og tað skuldi eisini vísa seg, at KÍ bleiv fyrsta liðið sum vann á NSÍ undir leiðslu av Sámal Erik.
Men hóast Sámal Erik ongan dyst vann móti KÍ sum venjari hjá Víkingi, so vann hann FM bæði árini, so tað er ikki vist, at hetta er so ringt tekin fyri NSÍ.


