Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ ger tvey ‘’keyp’’ afturat

Jákup Ósá

Gongst sum ætlað, so fær KÍ tveir nýggjar leikarar afturat.

KÍ hevur mist átta leikarar frá hópinum í fjør. KÍ hevur fingið fýra nýggjar leikarar í Patrick Da Silva, René S. Joensen, Meinhardt P. Joensen og Mads B. Mikkelsen. Afturat hesum kunnu vit vænta tveir nýggjar leikarar afturat sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum. Tummas Lervig, formaður í KÍ, váttaði eisini fyri FM1 í gjár, at hann væntaði meir enn ein nýggjan leikara afturat.

Tað er greitt, at annar leikarin verður álopsleikari, har Bob Sumareh ikki er partur av KÍ longur. Og mest sannlíkt er, at hin leikarin verður ein vongur, har Boris Dosljak og Jasper Van Der Heyden eru farnir. Men enn hevur KÍ ikki fingið hesar báðar síðstu leikararnar uppá pláss. Fyrsti venjingardysturin er um eina viku.

Harleyfacadeacryl