Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ gjørt nýggjan sáttmála við U21 landsliðsleikara

Jákup Ósá

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við ungan lokalan leikara.

Talan er um 20 ára gamla Jóannes K. Danielsen, sum hevur spælt allar minuttirnar í ár í landskappingini. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í fjør, tá hann í seinnu hálvu røkti plássið sum høgri bakkur. Hann er upprunaliga leikari til álopspartin og hevur skorað nógv mál í øðrum deildum.

 

Fyrr í ár spældi hann sín fyrsta U landsdyst, og nú boðar KÍ frá, at Jóannes hevur gjørt sáttmála fram til og við 2020.