Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ gjørt sáttmála við kent andlit

Jákup Ósá

KÍ boðar í dag frá longum sáttmála við leikara, ið áður hevur verið lyklaleikari.

25 ára gamli Jóannes K. Danielsen hevur gørt sáttmála við KÍ. Tað boðar KÍ frá í dag. Jóannes var árini 2017-2021 lyklaleikari á KÍ-liðnum, har hann spældi sum álopssinnaður høgri bakkur, har hann serliga legði upp til nógv mál. Í vetur fór hann uttanlands, har hann spældi við Næstved, har sáttmálin gekk út í summar. 

Í summar hevur hann vant við KÍ og nú er greitt, at hann verður í KÍ, sum hevur gjørt sáttmála fram til kappingarenda í 2024. Arbeitt verður av øllum alvi at fáa pappírini í lag soleiðis, at fyrrverandi landsliðsleikarin kann verða tøkur at spæla í Champions League. Tann freistin er á midnátt.