Í skrivandi løtu eru 319 atgongumerkir eftir, men tað gongur skjótt so er útselt
Áhugin at síggja KÍ í leiki er øgiligur, eftir bragdið í Budapest. Atgongumerkir kundu keypast frá kl. 18.00 á atgongumerki.fo og higartil eru 900 selt og einans 319 eru eftir og tey eru aftanfyri málið eystureftir
So nú er at skunda sær!
Dysturin KÍ – Häcken verður mikudagin 26. juli




