Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ havt sína síðstu venjing á hesum graslíkinum

Jákup Ósá

Í morgin verður graslíkið tikið av vøllinum í Klaksvík.

Núverandi graslíkið á vøllinum við Djúpumýrar, sum bleiv lagt á á sumri 2011, verður tikið av mánamorgunin. Í dag hevði KÍ sína síðstu venjing á hesum graslíkinum. Millum leikararnar, sum fullførdu venjingina, vóru Magnus Stamnestrø og Semir Hadzibulic, sum eru komnir til KÍ í summar. Magnus hevur loyvið at spæla móti TB á jóansøku, meðan tað enn er ógreitt, um neyðugu loyvini hjá Semir koma uppá pláss í nóg góðari tíð til at hann kann spæla komandi leygardag.

 

Komandi vikuna skal KÍ venja í Leirvík.