Felags fyri HB og KÍ er, at tey hava fingið góð úrslit seinastu umførini og at hóparnir hava fingið nógva tilgongd.
Leygarkvøldið kl. 18.00 verður dystur millum KÍ-HB í Klaksvík frammanfyri eini væntaðari stórari áskoðarafjøld, nú áskoðara sleppa aftur til dystir. Dysturin er eisini sera avgerandi fyri kappingina, tí hetta er síðsti dystur í næsta triðingi og fimm stig skilja liðini.
Lið uttan dystarvenjing
Talan er um lið, sum ikki hava spælt nógvar dystir síðstu tíðina. HB hevur ikki spælt síðani Europa League dystin í Norður Írlandi 20. august, meðan KÍ ikki hevur spælt síðani 26. august og ikki í landskappingini síðani 11. august. Bæði liðini hava tó havt nógvar landsliðsleikarar á A- og U21-landsliðnum. Júst HB og KÍ vóru best umboðað á A-landsliðnum.
Tríggir javnleikir í ár
Telja vit stórsteypadystin uppí, so hava KÍ og HB spælt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum í ár. Í vanligari leiktíð eru allir endaðir við javnleiki. KÍ hevur leikliga verið omaná í øllum dystunum, men HB hevur víst øgiliga sálarliga styrki og vinnarahugburð. Tí hevur HB ongan dyst tapt.
Óvanlig mál
KÍ hevur latið tilsamans fimm mál inn móti HB hesar tríggjar dystirnar. Fýra av teimum eru skotin uttanfyri brotsteigin. Tað er óvanligt, tí tað koma fá mál í einum kappingarári uttanfyri brotsteigin. Bara eitt annað mál er skorað móti KÍ uttanfyri brotssteigin hetta kappingarárið. Tað var Meinhard E. Olsen hjá B36, sum móti endanum av 1. umfari skoraði eftir misskiljing í KÍ-verjupartinum. Tað kann eisini viðmerkjast, at Adrian Justinussen, ið er kendur fyri góð fríspørk og langskot, hevur verið skaddur í tveimum av dystunum, og tí eru trý av fýra málum komin, tá Adrian ikki hevur verið við.
Fleiri jokarar á báðum liðum
Felags fyri bæði liðini er, at tey eru betri mannað enn til dystirnar fyrr í ár. Hjá KÍ kom í summar tilgongd av Lukasz Jarosinski, Heina Vatnsdal, Dávid Langgaard, David Skrbec og Abubakar Ibrahim Aliyu. Tað hevur gingið nakað av tí at fingið neyðugu loyvini uppá pláss, men tey eru øll komin uppá pláss nú. Tað er tó ivasamt, um nakar spælir sín fyrsta dyst fyri KÍ frá byrjan í so avgerandi dysti. HB fekk tilgongd av Mads Mikkelsen og Mikkel Dahl umframt, at leikarar sum Delphin Tshiembe, Adrian Justinussen, Hørður Askham, Tróndur Jensen og Jákup Thomsen nú venja við fullari ferð. Teir tríggir síðstu hava verið skaddir alt kappingarárið og væntast neyvan at byrja inni. Adrian Justinussen hevur ongan dyst byrjað inni síðani skaðan, men nú hevur hann havt langa tíð at vant. Um hann ikki byrjar, so er hann er jokari, ið kann fáa avgerandi týdning seinni í dystinum.
Dystargongdin
Felags fyri bæði liðini hevur í ár verið, at tey hava verið sera álopssinnað og skorað nógv mál. KÍ 55 og HB 52 í 17 dystum. Bæði liðini trívast við at leggja høgt trýst. Tó var HB óvanliga verjukent stóran part av steypadystinum í Klaksvík, men tað skyldast helst umstøðunum tann dagin, har HB var illa mannað. Spurningurin verður so, hvussu dystarmyndin verður leygarkvøldið. Týdningurin av dystinum kann ikki undirmetast og hann kann kanska eisini fáa eina ávirkan á dystin eins og langi steðgurin uttan stórvegis av dystum í longri tíð kann gera, at spælið verður minni samanhangandi enn vanligt.
Dysturin byrjar kl. 18.00 leygarkvøldið og dómari verður Kári á Høvdanum.




