Kvinnuliðið hjá KÍ fær vitjan av HB leygardagin.
Talan er um tvey av liðunum, sum kanska vóru størstu FM favorittarnir undan kappingarárinum. Men ábendingar eru um, at kvinnukappingin er blivin nógv javnari, tí bæði B36 og ÍF/Víkingur/B68 hava spælt fult upp ímóti øllum hinum.
KÍ hevur vunnið báðar sínar dystir, meðan HB hevur tapt ein og vunnið ein. HB kann við sigri her fara framum KÍ. Hjá KÍ hevur Malena Josephsen leikbann.
Dysturin í Klaksvík leygardagin byrjar kl. 15.00 og dómari verður Tóki Høghamar.




