Í einum rótutum dysti eydnaðist tað KÍ at vinna við Margáir.
KÍ spældi í eini 4-3-3 leikskipan við Margáir undir nýggja fyribils venjaranum, Espen Haug. KÍ legði hart út og royndi at leggja trýst á fyrsta partin av dystinum, men tað síðsta manglaði móti einum EB/Streyma-liðið, sum hevur fingið nøkur góð úrslit síðstu tíðina. KÍ fekk hol á í 35. minutti, tá Jóannes K. Danielsen eftir frísparksstøðu skoraði enn einaferð móti EB/Streymi.
EB/Streymur trýsti
Í seinna hálvleiki var dysturin meira javnur og EB/Streymur byrjaði at hótta. Tað var eisini sera nær við, at heimaliðið javnaði, men Mark F. Jensen stórbjargaði. Síðsta partin av dystinum trýsti EB/Streymur móti einum ótryggum KÍ-liði, sum misti Jákup B. Andreasen út við skaða í fyrra hálvleiki. Ein skaði sum at síggja til sá álvarsamur út, og tí er ikki óhugsandi, at KÍ-liðskiparin legst afturat langtíðarskaðalistanum í hópinum. KÍ kundi eisini havt økt, men einki mál kom afturat.
Hildu nullið
Hjá KÍ kann ein nokk hyggja uppá fleiri mátar eftir hesum dystinum. Tað jaliga var, at KÍ fekk øll trý stigini. Síðani helt KÍ nullið, og tað er fyrstu ferð á útivølli í ár. Tað neiliga var, at dysturin livdi til tað síðsta, tí KÍ ikki fekk 2-0 málið. Tí fekk EB/Streymur møguleikan at javna. Men teir hvítu hildu tørn. Og eftir eina hektiska viku við tapi í steypakappingini á heimavølli og venjarabroyting, so var tað í síðsta enda tey trý stigini, sum taldu eitt og alt í kvøld hjá KÍ, sum komandi vikuskiftið spælir á heimavølli móti 07 Vestur, áðrenn oddaliðið Víkingur kemur til Klaksvíkar.




