Í kvøld var aðalfundur hjá KÍ.
M.a. vísti roknskapurin, at KÍ hevði eitt undirskot á 5,4 milliónir í 2021. Í mun til 2020, tá KÍ hevði 5 milliónir í yvirskoti, so spældi KÍ ikki í Champions League og kom ei heldur víðari í Evropa Conference League í 2021. Fitt av fólki møtti á fundinum.
Á fundinum bleiv starvsnevndin vald og har var eingin útskifting.
Nevndin sum bleiv vald á aðalfundinum var hendan:
Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur fyri besta mansliðið: Kaj Dam
Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt: Eyðstein Poulsen
Nevndarlimur við ábyrgd av samskifti felagsins: Rói Clementsen
Nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum felagsins: Jákup Eydnugarð


