Á aðalfundinum hjá KÍ í kvøld bleiv kunngjørt, hvussu stórt avlopið hjá KÍ var í søguliga árinum 2023.
KÍ hevði eitt avlop á 12,4 milliónir. Samlaða inntøkan car 40 milliónir. Størsta avlopið sum nakrantíð hevur verið áður var í 2020, tá KÍ hevði avlop á 5,0 milliónir. Árið eftir í 2021, tá KÍ ikki luttók í Champions League, hevði KÍ søguliga stórt hall á heili 5,4 milliónir.
KÍ boðaði frá á aðalfundinum, at felagið í 2024 hevur gjørt stórar íløgur í m.a. tvey sethús, har venjarar og leikarar hjá felagnum koma at leiga. Og møguliga verður eitt sethús keypt afturat.
Longu undan fundinum var greitt, at sama starvsnevnd heldur fram.




