Á tíðindafundinum luttóku venjarin, Mikkjal K. Thomassen, og liðskiparin, Jákup B. Andreasen.
Nakrir miðlar vóru til staðar og m.a. bleiv nógv gjørt burturúr, at hetta er fyrsti altjóða dysturin í Klaksvík. Tað ger dystin til nakað serligt. Semja var um, at talan verður væntandi um ein javnan og spennandi dyst.
KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, fekk spurningin um brotssparkskapping, og hann segði, at liðið hevði vant hetta nakað meir enn vanligt, og at tað var hann, ið tók avgerðina um, hvørjir leikarar skuldu taka, um tað kom har til.






