Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur 23 sáttmálar til 2026

Jákup Ósá

Helst er framtíðin tó ógreið hjá nøkrum av teimum.

KÍ hevur ein stóran part av hópinum uppá pláss til kappingarárið 2026, sum sær út til at blíva ein spennandi ár við luttøku í Champions League, sum gevur KÍ nógv betri møguleikar at koma langt í altjóða kappingum enn við at byrja í Conference League, sum KÍ gjørdi í ár. 

KÍ hevur 22 sáttmálar til 2026. Av teimum eru útleigaðu Ari í Haraldsstovu Petersen, Jákup N. Vilhelmsen, Jóhan Josephsen og Tobias Giusti. Helst er sannlíkt, at fleiri av hesum heldur ikki í 2026 spæla við KÍ. Síðani kemur ein leikari sum Robert Williams, sum sambært FaroeSoccer bara er byrjaður inni í trimum landskappingardystum. Ofta hava vit sæð, at leikarar, ið ikki fáa nevniverda spælitíð, skifta felag, hóast hesir hava sáttmála. Tað sóu vit síðsta vetur við Dan í Soylu, Pæturi Petersen og Joseph Michael Williams.

 

Hesir 22 hava sáttmála fyri 2026:

Sebastian John

Mark F. Jensen

Ari í Haraldsstovu Petersen

Jóannes K. Danielsen

Odmar Færø

Gaston Tellechea

Símun Kalsø

Deni Pavlovic

Jákup N. Vilhelmsen

Daniel Johansen

Robert Williams

René S. Joensen

Hallur Hansson

Jákup B. Andreasen

Dávid B. Andreasen

Martin Gonzalez

Filip Brattbakk

Árni Frederiksberg

Jonn Johannessen

Patrik Johannessen

Tobias Giusti

Jóhan Josephsen

Páll A. Klettskarð

 

Hesir hava ikki sáttmála:

Ahmed Latif

Claes Kronberg

Gilli R. Sørensen

Páll Müller

Mads Boe Mikkelsen