Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur fingið fyrstu tilgongdina

Jákup Ósá

KÍ boðar frá tilgongd.

KÍ skrivar:

24 ára gamli Filip hevur leikt við 07Vestur í ár og hevur sína fortíð í norskum fótbólti m.a. í Rosenborg og Raufoss.

– Við Filip fáa vit ein væl skúlaðan og skapandi framrættaðan leikara. Hann er fleksibul og kann spæla á øllum álopsplássum. Eg eri vísur í, at hann fær eina góða og mennandi tíð hjá okkum, sigur venjarin Magnus Powell.

Filip Brattbakk sigur, at hann gleðir seg at byrja í KÍ og væntar eitt gott kappingarár. Eg havi tosað við Powell og mær dámar væl hansara ætlanir fyri komandi ár. Eg eri spentur og motiveraður at koma í gongd og gera mítt til, at KÍ verður í fremstu røð.

Avtalan við Filip er fyri komandi tvey árini. Hann verður at síggja í Djúpumýru, tá venjingin byrjar í januar.

KÍ ynskir Filip hjartaliga vælkoman!