Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur fingið góð úrslit á dreingjasíðuni í ungdómsdeildini 2020

Jákup Ósá

Vit skulu fleiri deildir niður fyri at finna eitt lið, sum stendur uttanfyri topp 2 í antin lands- ella steypakappingini.

Síðsta vikuskiftið vunnu U17-dreingir hjá KÍ steypafinaluna. Hetta var endin á kappingarárinum hjá ungdómsdeildini hjá KÍ, sum á dreingjasíðuni hevur fingið góð úrslit í 2020.

 

U21 vann FM

U21 hjá KÍ vann FM í stórum stíli. Hetta var greitt fleiri umfør áðrenn kappingin endaði. Á U21-liðnum spældu eisini fleiri U17-leikarar.

 

U17 vann steypakappingina

U17 vann steypakappingina síðsta sunnudag eftir 1-0 sigur á HB á Tórsvølli. Í landskappingini endaði KÍ á 3. plássi. Sostatt tvey heiðursmerkið til KÍ.

 

U15 tapti steypafinaluna

Tað var líka við og næstan hjá U15-dreingjunum, tá hesir spældu steypafinaluna. KÍ var á odda til fáir minuttir vóru eftir í vanligari leiktíð, men endaði við at tapa í brotssparkskapping. Í landskappingini endaði KÍ á 3. plássi. Sostatt tvey heiðursmerkið til KÍ.

 

Samanlagt

Vit skulu niður til U13-dreingir fyri at síggja eitt lið, sum endaði heilt uttanfyri tey bestu liðini.

 

Landskapping:

U21: 1. KÍ 2. 07 Vestur 3. NSÍ

U17: 1. Víkingur 2. HB 3. KÍ

U15: 1. B36 2. HB 3. KÍ

U13: 1. Víkingur 2. HB 3. AB

 

Steypakapping:

U21: AB-B36/HB (spæla í kvøld)

U17: 1. KÍ 2. HB

U15: 1. B36 2. KÍ

(Eingin steypakapping er hjá U13)

 

Gentusíðan

Á gentusíðuni fekk KÍ bronsu hjá bæði U18 og U15 í landskappingini. Í steypakappingini eydnaðist ikki at koma í nakra finalu.

U18 gentur: Nr. 3 í landskappingini

U15 gentur: Nr. 3 í landskappingini