Sunnudagin fær KÍ vitjan av AB.
KÍ og AB hava spælt nakrar minniligar dystir gjøgnum árini. Eina árið javnaði AB uppá eitt mál, har nógv rok var um, hvørs bólturin var innanfyri ella ikki. Í 2016 hevði KÍ kós móti meistaraheitinum, men tapti so móti AB, sum flutti niður, í endaspurtinum og hetta gjørdi, at KÍ misti oddasessin restina av kappingini. Í 2019 lá KÍ í oddastríðnum, men á Norðoyatsevnu sá út til, at AB fór at skapa eitt sera óvæntað úrslit. Ikki fyrr enn í yvirtíðini javnaði KÍ og í yvirtíðini skoraði KÍ eisini sigursmálið.
Síðani minniliga dystin í 2016 hava liðini spælt 9 dystir móti hvørjum øðrum, og har hevur KÍ fult stigatal.


