Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur funnið álopsleikaran

Jákup Ósá

23 ára gamal álopsleikari skiftir til KÍ.

Sivert Gussiås skiftir til KÍ. Tað skrivar rbnett.no í dag. Hann skiftir frá Sandefjord, sum í fjør spældi í bestu norsku deildini. Har spældi hann 25 dystir, men skoraði einki mál, men har spældi hann nærum allar sum innskiftari, tilsamans 351 minuttir. Samanlagt er hann skrásettur fyri 67 dystir og 8 mál í bestu norsku deildini árini 2020-2022 fyri Sandefjord. Hann hevur eisini eina fortíð á eykaliðnum hjá Molde, har hann hevur spælt undir núverandi hjálparvenjaranum hjá KÍ, Daniel B. Hestad. Í 2019 spældi nhann 27 dystir og skoraði 12 mál í næstbestu norsku deildini.

Sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum ferðast álopsleikarin til Klaksvíkar í dag og verður væntandi kunngjørdur seinni í dag.

 

Dagført kl. 16.53: KÍ váttar nú tilgomngdina av norska álopsleikaranum. Myndin er frá ki.fo.