Men AB hevur fingið stig í tveimum av seinastu trimum dystunum millum liðini.
Sunnudagin møtast AB og KÍ á Argjum. AB er mest sum flutt niður, men vann móti HB á útivølli seinast og vísti tí styrki. KÍ má helst fáa ein sigur fyri at varðveita støðuna á stigatalvuni, men javnleikur kann vera nokk eisini. Síðani AB í 2013 flutti upp hava liðini spælt fimm ferðir móti hvørjum øðrum. KÍ hevur vunnið tríggjar, meðan hinir báðir eru endaðir við javnleiki.
2013: AB-KÍ 1-3 (Ahmed Keita – Álvur F. Christiansen, Atli Danielsen og Ivan Joensen)
2013: AB-KÍ 0-1 (Álvur F. Christiansen)
2014: AB-KÍ 1-1 (Leivur Joensen – Ndende A. Guéye)
2015: AB-KÍ 0-4 (Heðin Klakstein, Jóannes Bjartalíð, Evrard Blé og Kenan Hajdarevic)
2016: AB-KÍ 1-1 (Símun Samuelsen – Páll A. Klettskarð)
Dystir: 5
AB vunnið: 0
Javnleikur: 2
KÍ vunnið: 3




