Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur næstan eins nógv stig sum fleiri FM-vinnarar

Jákup Ósá

Í 2017 vann Víkingur FM við fýra stigum fleiri enn KÍ hevur nú í summarsteðginum.

Síðani 2005 hava 27 umfør verið í landskappingini. Hesi árini hava fleiri FM-vinnarar vunnið við millum 52 og 55 stigum. Víkingur vann FM við 52 stigum í 2017. KÍ hevur nú í summarsteðginum 48 stig fyri 16 dystir. Bara fýra stig færri enn FM-vinnarin í 2017.

Einki lið hevur áður vunnið teir 16 fyrstu dystirnar í landskappingini sum KÍ hevur í 2023.