Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur sett ungdómsvenjara

John William Joensen

KÍ hevur sett Eyðun Klakstein í starv sum ungdómsvenjara hjá felagnum.

Talan er um eitt parttíðarstarv, og sáttmálin millum partarnar er galdandi í eitt ár. Eyðun er 32 ára gamal og hevur útbúgving sum journalist frá Danmarks Journalisthøjskole. Eyðun hevur spælt fótbólt í KÍ seinastu 20 árini, og hann hevur seinastu árini vant ungdómslið hjá felagnum. Eyðun hevur UEFA B-venjaraprógv, og í løtuni tekur hann UEFA A-Venjara- útbúgvingina, sum er tann hægsta venjaraútbúgvingin í Føroyum