Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur sett venjara til kvinnuliðið

Jákup Ósá

KÍ hevur í kvøld gjørt sáttmála við venjara, sum skal venja besta kvinnuliðið.

Talan verður um roynda serban, Aleksandar Djordjevic, sum eisini í 2018 var venjari hjá KÍ kvinnunum. KÍ endaði á 3. plássi, men var við í FM kappingini til tað síðsta við einum ungum liði. Djordjevic hevur áður vunnið fleiri meistaraheitir við besta kvinnuliðnum hjá KÍ. Seinastu tvey árini hevur EB/Streymur/Skála vunnið FM.

 

Sáttmálin millum KÍ og Aleksandar Djordjevic er galdandi fyri 2019.