Hyggur ein eftir dystarskránni, so er KÍ kanska størsti favoritturin at flyta niður í løtuni.
Hyggur ein eftir dystarskránni, so er KÍ kanska størsti favoritturin at flyta niður í løtuni.
Støðan í botninum er hendan:
7. AB 22 stig
8. KÍ 21 stig
9. TB 19 stig
KÍ hevur fyrimunin við at hava betri málúrtøku enn hini bæði.
Hyggja vit eftir dystarskránni, so hevur KÍ kanska tað truplastu. Komandi umførini møtir KÍ trimum liðum(NSÍ, B36 og EB/Streymur), ið stríðast um seinasta Europa League plássið. Teir báðir fyrstu dystirnir eru á útivølli. Har afturat kann nevnast, at KÍ bara hevur tveir heimadystir eftir í ár. TB og AB hava bæði tríggjar heimadystir eftir. Felags fyri øll trý liðini er, at tey hava botnliðið 07Vestur eftir.
KÍ hevur hesar dystir eftir:
NSÍ-KÍ
B36-KÍ
KÍ-EB/Streymur
AB-KÍ
Víkingur-KÍ
KÍ-07Vestur
TB hevur hesar dystir eftir:
07Vestur-TB
TB-NSÍ
TB-AB
B36-TB
HB-TB
TB-Víkingur
AB hevur hesar dystir eftir:
AB-HB
Víkingur-AB
TB-AB
AB-KÍ
07Vestur-AB
AB-EB/Streymur




