Tað er stutt millum dystirnar hjá KÍ. Seinnapartin í gjár kom hópurin aftur úr Slovakia, og seinnapartin í dag var leiðin sett móti Suðuroynni. Myndina fingu vit frá KÍ umborð á Smyrli á veg suður. Sum sást á henni, so er Magne Hoseth, høvuðsvenjari, nú aftur á síðulinjuni.
Fyri løtu síðani legði Smyril at bryggju á Krabatanga. Talan er um ein týdningarmiklan dyst hjá KÍ, sum ikki hevur fingið tey bestu úrslitini í landskappingini eftir summarsteðgin.


