Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-hópurin er samlaður og bíðar eftir boðum

Jákup Ósá

Hópurin er klárur at fara vestur á flogvøllin, men fer ongan veg so leingi sum eingi boð eru komin frá UEFA.

– Okkara hópur hevur vant í morgun og hevur nú eina máltíð á middegi. Vit eru klárir at fara avstað, men fara ikki úr Klaksvík fyrr enn boð eru komin frá UEFA um, at vit skulu spæla í Bern mikukvøldið. Tað sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, við Norðlýsið.

 

KÍ-hópurin hevur fyrireikað seg uppá at skula avstað í dag, men enn eru eingi boð komin frá UEFA. Hópurin er samlaður í Klaksvík, men fer ikki vestur á flogvøllin fyrr enn boð koma frá UEFA um tað. Ein løgin støða má sigast, tú tað er bara góð tvey døgn til dystarbyrjan, um dysturin sum ætlað verður í Bern, har Young Boys hevur sínar heimadystir, mikukvøldið.