Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-hópurin kemur til Kosovo í morgin

Jákup Ósá

KÍ kemur til Kosovo dagin fyri dystin.

Sum skilst skyldast hetta, at stórar avbjóðingar eru bæði við flogførum og hotellum, tá fótbóltslið skulu avstað við so stuttari freist, har tey ikki vita sína endaliga lagnu fyrr enn nakrar dagar áðrenn fráferð. 

KÍ fór í dag til Keypmannahavnar, har hópurin gistir í nátt. Tíðliga í morgin fer hópurin til Kosovo. 

Dysturin verður í høvuðsstaðnum Prishtina hóskvøldið kl. 19.00.