KÍ-hópurin fær ikki langa frítíð frá felagsvenjingum.
Tað vanliga hevur verið, at KÍ-hópurin í minsta lagi hevur havt frí frá felagsvenjingum í minst tveir mánaðir millum tvey kappingarár. Men soleiðis verður ikki hesaferð. Tí kappingarárið hjá KÍ endaði nógv seinni enn tað hevur vanliga gjørt vegna bólkaspælið í Conference League.
KÍ-hópurin samlast aftur 22. januar og hevur sostatt áleið seks vikur at fyrireika seg til 1. umfar í landskappingini. Og frítíðin frá felagsfótbólti í vetur verður áleið fimm vikur.




