Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ í samráðingum við Torino

Jákup Ósá

Tað ljóðar, at KÍ er í samráðingum við Torino um at keypa ungan álopsleikara.

17 ára gamli Dávid Reynheim sigst verða áveg til KÍ. U21-landsliðsleikarin hevur síðani á sumri 2024 spælt ungdómsfótbólt við italska felagnum Torino. Í summar vann Torino italska meistaraheitið hjá U17 eftir sigur í finaluni móti AC Milan, har Dávid spældi frá byrjan. Hóast unga aldurin, so hevur Dávid verið partur av U21-landsliðnum í fleiri umførum, og hann skoraði einasta málið í 1-0 útisigrinum í Luksemborg fyrr í ár.

Dávid Reynheim er sonur landsliðslegunda Kára Reynheim og er uppvaksin í HB. Men hann hevur eisini nógv ættarbond til Klaksvíkar.